top of page

Námsætlan

Menningarætlan

Arbeiðsgleði hjá starvsfólkunum  er ein fortreyt fyri  tryggleika, trivnað, menning og spæligleði í dagligdegnum hjá børnunum.

 

1. Vit leggja stóran dent á, at bæði børn, foreldur og starvsfólk skulu kenna seg trygg við at koma á stovnin.
2. Móttøkan er sera týdningarmikil. Ein góð móttøka er viðvirkandi til ein góðan dag bæði fyri barnið og foreldrini.
3. Vit leggja dent á eitt dagligt samskifti við foreldrini um gerandisdagin hjá børnunum.


At vit, sum eru her dagliga, børn, starvsfólk og foreldur, hava ein stovn, sum er heimligur, har vit øll kenna okkum væl, har vit virða hvønn annan og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum. Og at øll føla seg at verða ein part av felagsskapinum á stovninum.


Vit eru ein opin og heimligur stovnur, har børnini hava møguleikar at knýta vinabond, har øll børnini kenna og hava álit á øllum starvsfólkunum, og vit kenna okkum sum eina eind..


Menningarætlanin hjá Flatnagarði er deild upp í 7 øki, og er gjørd eftir at ein kunngerð frá landsstýrismanninum í almanna – heilsumálum á várið 2007 kom um, at stovnar og dagrøktari skuldu gera mál fyri stovnin.

 

Tey 7 økini eru:

Persónligir førleikar – Barnið sum serstakt menniskja

Sosialir førleikar – Barnið sum ein partur av felagsskapinum

Skapandi evni – Skapandi og úttryksfulla barnið

Heilsa og rørsla – aktiva og sunna barnið

Mál og samskifti – Samskiftandi barnið

Náttúra og umhvørvið – Barnið sum ein partur av  náttúruni

Siðir og mentan  - Barnið sum partur av einari mentan

 

Vit hava valt at brúka Smitte háttin fyri at koma fram til , hvussu vit vilja styrkja børnini á teimum 7 omanfyri nevndu menningarøkjunum.

S stendur fyri Samanhang. Hvussu eru umstøðurnar
M stendur fyri Mál. Hvat vilja vit náa
T stendur fyri Tiltøk. Hvat vilja vit ítøkjuliga gera fyri at náa málið.
T stendur fyri Tekin. hvussu kunnu vit síggja at vit eru á rættari leið í móti málinum
E stendur fyri Eftirmeting og dokumentatión. Náddu vit málið. Hví og hví ikki.

Vit vilja nú á teimum útgreina, hvussu vit vilja styrkja børnini á teimum 7 omanfyristandandi økjunum.


Persónligur førleiki

Vit vilja skapa menning fyri tað einstaka barnið, og tað er sera týdningarmikið at vit geva børnunum aldursvarandi avbjóðingar í dagligdegnum. Fortreytin fyri menning og trivnað er, at barnið følir seg sætt , hoyrt og skilt. Barnið er partur av einum stórum bólki og tí er tað umráðandi at tað dugir at seta orð á seg sjálvt, sínar gerðir og kenslur. Og at barnið  á bestan hátt kann virka í felagsskapinum.

Hvat vilja vit náa?

- at barnið setur orð á seg sjálvt, sigur frá egnum kenslum
- at styrkja sterkar og veikar síður.
- at barnið gerst sjálvhjálpið
- at hvíla í sær sjálvum
- at barnið sær avbjóðingar fram um forðingar
- hevur áræði
- at barnið følir seg trygt við at vísa sínar kenslur
- at barnið hevur sjálvsálit
- at barnið upplivir sjálvsvirði
- at  barnið varðveitir sítt forvitni
- at hjálpa hvørjum øðrum
- at bíða eftir tørni
- at vísa tolsemi

Hvussu vilja vit náa tað?

- At vera saman við børnunum, seta orð á tað vit gera saman við barninum – lata í, skifta blæu
- Seta orð á kropsmálið hjá barninum.
- At hjálpa barninum at siga til og frá yvir fyri øðrum.
- At geva teimum  avbjóðingar í dagligdegnum sum føra til menning.
- At geva barninum ábyrgd t.d. dekka borð.
- At barnið brúkar sínar førleikar.
- At fylgja intiativinum hjá barninum.
- At rósa barninum.
- At vit vísa barninum tolsemi.
- At læra barnið at standa fram.
- at hava skipaðar aktivitetir har tann vaksni gevur barninum eina ábyrgd, ið svarar til førleikan hjá barninum.

Hvussu síggja vit at tað eydnast?

- barnið dugir at seta orð á seg sjálvt, t.d. sum særir og hvat gleðir.
- Barnið dugir at seta mørk.
- Barnið fer í holt við ávísar uppgávur uttan stuðul frá vaksnum t.d. at lata seg í og fara á ves.
- Barnið torir at standa fram í einum bólki og dugir at bíða eftir, tá í onnur eru í fokus.
- Tekur initiativ.
- Taka lut í skipaðum aktivitetum.


Sosialur førleiki.

Tað er í samspæl við onnur at barnið mennist sosialt. Og í felagsskapinum lærir barnið at tilogna sær teir sosialu normar og reglur, sum eru galdandi. Tað er tí neyðugt , at vit geva børnunum møguleika at møta børnum í ymiskum aldri og kyni, eins og at geva teimum avbjóðingar saman við sínar javnlíkum í dagligdegnum.

Hvat vilja vit náa?

- At barnið dugir at samspæla við onnur.
- At barnið dugir at seta orð á seg sjálvt.
- At barnið dugir at seta seg í støðuna hjá øðrum.
- At barnið vísir virðing fyri øðrum.
- At barnið er seg sjálvt og góðtekur onnur sum tey eru.
- At barnið dugir at fortelja um upplivingar, og dugir at deila leikur, vinir o.a.
- At barnið følir seg at hoyra til og følir seg væl í felagsskapinum.

Hvussu vilja vit náa tað?

- At vit geva barninum møguleika at verða saman við øðrum børnum á egnum og ymiskum aldri.
- Seta orð á barnið í samspælinum.
- Stuðla barninum í at loysa tvístøðu.
- Læra barnið at set egin mørk og mørk hjá øðrum børnum.
- Eggja barninum til at lána, móttaka, geva og bjóða øðrum børnum upp í spælið.

Hvussu síggja vit at tað eydnast.

- At barnið spælir við sínar javnaldrar  og yngri og eldri.
- At barnið setur orð á seg sjálvt.
- At barnið klárar at loysa tvístøðu.
- At barnið vísir umsorgan og rúmar onnur.
- At barnið góðtekur seg sjálvt og onnur.
- Og at barnið er í einum jaligum samspæli við onnur.

Eftirmeting.

Eftirmeta sosialu førleikarnar hjá tí einstaka barninum.


Skapandi evni  - Skapandi útryksfulla barnið.

Vit hava øll viðfødd skapandi evnir. Og tað er ígjøgnum sínar sansir at barnið úttrykkir seg. Við mennandi og avbjóðandi tiltøkum og  karmum, kann barnið  varðveita tey viðføddu skapandi evnini. At barnið skal hava møguleika fyri at úttrykkja síni skapandi evnir. Krevst at vit starvsfólk eru kveikjandi, og áhaldandi skapa avbjóðingar og  karmar fyri menning í dagligdegnum.

Hvat vilja vit náa?

- At barnið fær loyvi at brúka síni kreativu evnir.
- At barnið fær brúkt sínar sansir.
- At barnið fær møguleikar at vera kreativt.
- At barnið fær atgongd til ymisk tilfar.
- At barnið hevur pláss til at skapa.

Hvussu vilja vit náa tað.

- Vit hava  tilfar til børnini  og í barnahædd.
- Vit hava verkstað sum stimbrar kreativu síðurnar hjá barninum.
- Vit ganga intiativunum hjá barninum á møti.
- Vit skapa spælirúm útfrá hvat rørir seg ímillum børnini.
- Og at barnið fær møguleika at standa fram og spæla sjónleik.

Hvussu síggja vit um tað eydnast?

- Barnið tekur initiativ.
- Barnið stendur fram og spælir sjónleik.
- Barnið roynir seg við ymiskum tilfari.
- Barnið finnur uppá og hugsar kreativt.

Eftirmeting.

Fyri hvørt ár eftir meta vit um tiltøkini eru í samsvar við tey mál sum vit hava sett okkum. Eisini skulu vit eftir meta um onnur mál skulu leggjast afturat.


Heilsa og rørsla – aktiva, sunna barnið.

Uttandura hava børnini atgongd til  luft, vatn og jørð. Vatn ( áin), jørð ( runa, gras, haga- og ymisk lendi ) og luft ( barnið følir veður og vind). Hesi hava á hvønn sín hátt eina ávirkan á kropsligu menningina hjá barninum. Og við at umhvørvi er so ymiskt, fær barnið høvið at brúka kroppin uppá allar mátar. Tað er týdningarmikið at barnið hevur eina góða kropskenslu, tí tá tað brúkar kroppin fær tað royndir. Tað er ein liður í  persónligu menningini er at verða tilvitaður um sín egna kropp, og hendan tilvitan er sera umráðandi í felagsskap við onnur.

Hvat vilja vit náa?

- At barnið mennist motoriskt.
- At barnið hevur eina kropskenslu.
- At barnið kennir sínar sansir.
 Hvussu vilja vit náa tað?

- At geva barninum avbjóðingar sum menna bæði tað fínmotoriska og grovmotoriska.
- Brúka inni- og útiumhvørvið.
- Rørslusangir, brúka spegl, seta orð á kroppin.
- Spæla sansaspøl
- Massera hvørjum øðrum.

Hvussu síggja vit, um tað eydnast?

- Barnið dugir at seta orð á kroppin og sansirnar.
- Barnið spælir úti og vísir gleði við at verða úti í náttúruni.
- Barnið brúkar kroppin bæði fín – og grov t.d. teknar, perlar og klintrar.

Eftirmeting:

Eftirmeta kropsligu avbjóðingarnar við eygleiðingum og myndatøkum.


Mál og samskifti – Samskiftandi barnið

Barnið brúkar málið at seta orð á sínar kenslur, tankar og handlingar. Vit samskifta bæði verbalt og nonverbalt. Í málinum liggja orð, tónalag og kropsmál. Tað er  ogvuliga týdningarmikið fyri børnini at vit vaksnu eru týðilig yvir fyri børnunum bæði í orðum og gerðum. Málið er ein fortreyt fyri at barnið kann ferðast og virka í einum sosialum felagsskapi, og at skilja samanhangin.

Hvat vilja vit náa?

- At styrkja málsligu menningina hjá barninum.
- At barnið skal koma upp í spæl.
- At barnið kann útrykkja hvat tað vil og ikki vil.
- At barnið lærir at lurta og bíða eftir teirra túri at tosa.
- At barnið lærir at seta orð á seg sjálvt.
- At barnið lærir hugtøk.
- At barnið lærir at brúka røddini ( tosa í staðin fyri at rópa)

Hvussu vilja vit náa tað?

- At vit syngja, dansa, lesa, spæla spøl, sjónleik og rím og ramsur.
- At bøkurnar eru í barnahædd og at læra tey at handfara bøkurnar.
- Vísa og hjálpa barninum at koma upp í spæl.
- At seta orð á barnið.
- Hava smáar samlingar har barnið tosar og hini lurta.
- At tosað um hugtøk – hvat er uppi, niðri, niðan, vinstru, høgra  o.s.fr.

Hvussu síggja vit, um tað eydnast?

- Barnið syngur, spælir, rím og ramsur.
- Barnið vísir áhuga í bókum
- At barnið spyr og svarar
- Barnið setur orð á seg sjálvt.
- Barnið lurtar og bíðar til teirra túrur er at práta.
- Barnið brúkar hugtøk.

Eftirmeting/ dokumentation.

Eftirmeta málsligu avbjóðingarnar við fokus á tekini.  Sum tíðin gongur síggja um málini skulu broytast.


Náttúra og umhvørvi – barnið sum partur av náttúruni.

Okkara granni er okkara náttúra , og vit hava sera góðar møguleikar fyri at geva barninum upplivingar, og gera barnið tilvitað um umhvørvið. Hetta er eisini við til at menna barnið bæði kropsliga og mentalt. At barnið verður ment kropsliga og mentalt, gerst tað betur ført fyri at klára avbjóðingarnar í dagligdegnum.

Hvat vilja vit náa?

- At barnið lærir um allar árstíðirnar.
- At barnið virðir umhvørvið.
- At barnið lærir um plantur.
- At barnið lærir um djór.
- At barnið verður ment kropsliga.
- At kunna børn um endurnýtslu og brúka endurnýtslu í dagligdegnum. ( tilfar)

Hvussu vilja vit náa tað?

- At vit eru úti allar árstíðirnar.
- Fortelja hvat hendir í teimum ymiskum árstíðunum. (fletting,  nær fuglarnir koma o.s.fr.)
- Læra børnini at hava virðing fyri náttúruni.
- Læra um plantur, smákykt á landi og við sjóvarmálan.
- Geva barninum kropsligar avbjóðingar í ósløttum og knortlut lendi.

Hvussu síggja vit um tað eydnast?

- At barnið er úti í øllum veðri. Barnið gerst tilvitað um hita, kulda, vatn, turt og vind.
- Barnið tosar um merkisdagar.
- At barnið virðir náttúruna, at tað ikki tveitir pappír og annað.
- At barnið kennir plantur, fuglar og djór.
- At barnið klárar seg í ymiskum lendi.

Eftirmeting/dokumentatión?

Eftirmeta á stovufundi um avbjóðingarnar eru nøktandi fyri einstaka barnið.


Siðir og mentan – Barnið sum partur av einari mentan!

Mentan er ein partur av okkara samleika, og við okkara søgu, siðum og skikkum fáa børnini, innlit í hvat tað føroyska samfelagið byggir á.

- At barnið lærir týdningin av traditiónum
- At barnið lærir um føroyskar sangir, kvæði og vísur.
- At barnið lærir um onnur lond og ymisk fólkasløg.

Hvussu vilja vit náa tað?

- At fortelja um høgtíðirnar.
- Skipa fyri ommu og abba degi.
- Vitja ymisk støð t.d. bóndan, náttúra/ forngripasavnið og sjósavnið.
- Temadagar/vikur

Hvussu síggja vit um tað eydnast?

- Barnið vísir áhuga fyri tí sum hevur verið tosað um.

Eftirmeting:

Eftirmeta um tiltøkini eru í samsvar við tey mál sum sett eru.

bottom of page