top of page

Matpolitikkur á Flatnagarði:

 

Vit stremba eftir at hava góðan og varieraðan kost á stovninum.

 

Morgunmatur: Tey børn, sum møta áðrenn kl.08.00 um morgunin, kunnu hava morgunmat við, at eta á stovninum, um umstøðurnar hava gjørt, at tey ikki hava etið morgunmat heima.

 

Frukt: Kl.09.30 hava vit samling, har vit práta, lesa søgu, syngja o.a. Tá fáa vit okkum eisini frukt. Fríggjadagar eta barnagarðsbørnini fruktina í Fimi.

 

Matpakki: Umleið kl. 11.15 eta vit matpakka. Foreldrini gera av, hvat børnini hava við í matpakkan, vit vilja tó heita á tykkum um, at hugsa um hvat børnini fáa við, og ikki geva teimum góðgæti við. Ein góður og sunnur matpakki gevur børnunum orku og yvirskot til dagin, og tað øvugta er eisini galdandi.

 

Millummáli: Stovnurin bjóðar millummála uml. Kl. 14.00, og vit royna at hava eina varieraða matarskrá.

 

Døgurði: Síðsti mánadagur í mánaðanum er døgurði á stovninum. Starvsfólkini á stovninum gera døgurðan, og tað kostar 25,-kr.

 

Kalt borð: Vanligani hava vit kalt borð hvørja viku, mánadag og týsdag, undantikið ta vikuna vit hava døgurða. Á heimasíðuni sæst, hvat hvør skal hava við.

 

Føðingardagar: Vit hava valt, at tá børnini hava føðingardag, kunnu tey bjóða hinum børnunum eitthvørt. Td. Ís, frukstengur, køkur ella annað.

bottom of page