Flatnagarður
Vegleiðing um sjúku/Sjúkrapolitikk á Flatnagarði
Nær kann barnið vera á stovninum ?
Høvuðsreglan er, at sjúk børn ikki kunnu vera á stovni. Børn, sum hava smittandi sjúkur, kunnu ikki koma á stovn, fyrr enn smittuvandin er av. Barnið skal vera frÃskt og skal kunna vera við à øllum vanligum virksemi uttan at hava tørv á serligari ansing.
Um starvsfólk á stovninum eru à iva um, um eitt barn smittar, kunnu tey biðja foreldrini um eina meting frá kommunulæknanum. Um læknin heldur, at barnið ikki er smittuberi, kann barnið koma á stovn, um tað annars er frÃskt og orkar at vera á stovni. Hetta ber eisini à sær, at barnið tolir at vera úti og m.a. blÃva vátt.
Ússalig/ur uttan fepur
Børn kunnu vera ússalig, uttan at tey hava fepur. VÃsir tað seg, at barnið er serliga knarrut ella troytt, kann barnið hava brúk fyri at vera heima, til tað følir seg væl til passar og orkar at vera við à tà virksemi, sum er á stovninum.
Um barnið verður sjúkt á stovninum
Um barnið verður sjúkt, meðan tað er á stovni, skulu starvsfólk seta seg à samband við foreldrini, so barnið verður heintað.
Barnaormur
Tá talan er um barnaorm, eigur ein at seta seg à samband við lækna. Vanliga verður øll familjan sett à viðgerð. Teknini eru skriði à endatarmsopinum; serliga illa skriðar tað um kvøldið og um náttina.
Ormurin er 4 – 12 mm langur, hvÃtur, klænur sum seymitráður og sæst à skarninum.
Barnasár
Barnasár er ein tann mest smittandi sjúkan á stovnum. Sjúkan vÃsir seg oftast sum sár à andlitinum, men eisini à hárbotninum og á hondunum, og hon kann vÃsa seg á øllum kroppinum. Sjúkan byrjar við einum lÃtlum, reyðum bletti og tað skriðar.
TilgerðartÃðin, frá barnið er smittað, til sjúkan vÃsir seg, er 1 – 3 samdøgur.
Sárini smitta, frá tà tey byrja at væta, til tey eru upptornað, og skorpurnar detta av.
Barnasár skal viðgerast av lækna.
Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn sárini eru lekt og skorpurnar dotnar av.
Bruni à eygunum
Oftast smittar eygnabruni ikki, men tá talan er um bruna, har barnið hevur fepur, eyguni eru reyð, eygnalokini hovin og væta rennur úr eygunum, smittar tað rættiliga illa og skal viðgerast. Setið tykkum tá à samband við lækna.
TilgerðartÃðin er vanliga 1 – 3 samdøgur.
Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn tað hevur verið à viðgerð à 2 samdøgur.
Bruni à hálsinum
Bruni à hálsinum sæst oftast hjá børnum à 2 – 6 ára aldri. Barnið fær ilt à hálsin, tá tað svølgir, barnið kann sleva meir enn vanligt og hevur fepur. Eitlarnir følast eymir og hovnir. Oftast er bruni à hálsinum, eitt virus og skal ikki viðgerðast, men tá talan er um bruna, sum skal viðgerðast, kann barnið à fyrsta lagi koma á stovn, tá tað hevur verið undir viðgerð à 2 dagar og ikki hevur fepur.
Bruni à munninum
Bruni à munninum er eitt virus, sum byrjar við fepri. Tá nakrir dagar eru farnir, koma bløðrur à munninum. Seinni koma grá - gular bløðrur rundan um varrarnar.
Barnið hevur ringt við at eta og drekka. Aftan á 10 – 14 dagar fara bløðrurnar burtur av sær sjálvum.
Barnið skal vera heima, til fepurin er burtur, og tað kann eta vanligan mat og annars hevur tað gott.
Fimta barnasjúkan
Hetta er ein mild, fepurfrà sjúka, sum minnir um influensu. Hon vÃsir seg við, at barnið fær ein ógvusliga reyðan lit á kjálkarnar. Dagarnar eftir fer útbrotið um allan kroppin.
TilgerðartÃðin er 1 – 3 vikur.
Smittuvandi er fáar dagar, áðrenn útbrotið vÃsir seg, og er av, tá ið barnið er útbrotið.
Heilivágur á stovninum
Vanliga geva vit ikki børnunum heilivág á stovninum, uttan so at tað er lÃvsneyðugt, ella tá talan er um eina varandi sjúku.
Hond-, fót-og munnsjúka
Hetta er ein mild, stutt sjúka. Sjúkan kann byrja við, at barnið er illa til passar og hevur eitt sindur av fepri. Oftast vÃsir sjúkan seg við m.a. stórum blettum, sum gerast til bløðrur, oftast inni à lógvunum og undir ilini.
TilgerðartÃðin er 3 – 8 dagar
Barnið kann vera á stovninum, tá tað er frÃskt og orkar at vera á stovni.
Kikhosti
Kikhosti byrjar við vanligum krÃmi og irriterandi hosta, ið so við og við mennist til rÃðir av kikhosta. HostarÃðirnar versna tær komandi 1 – 2 vikurnar og vikna aftur eftir 2 – 4 vikur, møguliga longri.
HostarÃðirnar kunnu virka ógvusligar og ræðandi, og barnið kann blÃva bláreytt à andlitinum og spýr kanska.
TilgerðartÃðin kann vera millum 6 og 20 dagar.
Smittuvandi er, frá krÃmið byrjar til 5 – 7 dagar eftir byrjaða viðgerð.
Børn, sum ikki eru koppsett móti kikhosta aðru ferð, kunnu ikki vera á stovni, tá kikhosti gongur.
KrÃm
Vanligt krÃm vÃsir seg m.a. við, at barnið snorar, nýsur, tárar, hevur irritatión à svølgi og nøs, ilt à hálsinum og kuldaskjálvta. Smábørn hava ofta fepur.
TilgerðartÃðin er vanliga millum 12 og 72 tÃmar, men kann vera millum 1 og 7 dagar.
Børn, sum hava krÃm og snora illa, eiga at vera heima, til barnið følir seg frÃskt og ikki hevur tørv á serligari ansing.
Leyst lÃv og spýggja
Við "leyst lÃv" meinast, at tað rennur úr barninum nógvar ferðir um dagin. Leyst lÃv og spýggja hava ofta við sær pÃnu à búkinum og fepur.
Leyst lÃv og spýggja smitta illa. Fyri at minka um smittuvandan skulu foreldur og onnur altÃð vaska sær um hendurnar, tá ið tey hava verið um barnið. Minst til at geva barninum nógva vætu, gjarna við eitt sindur av salti og sukri Ã.
Barnið skal vera heima, til fepurin er burtur, og tað ikki longur hevur leyst lÃv.
Lús
Lús smittar illa og skal viðgerast beinanvegin. Tú kanst keypa ymiskt til viðgerð av lúsum á apoteki, ella tú kanst kemba við tættkambi.
Barnið skal ikki á stovn, fyrr enn viðgerðin er byrjað.
Foreldur hava ábyrgd av at kanna børn sÃni og tryggja sær, at tey ikki hava lús.
Millumoyrnabruni
Millumoyrnabruni vÃsir seg oftast við fepri og pÃnu à oyranum; eisini kann tað renna úr oyranum. Barnið eigur at verða kannað av lækna. Barnið skal vera heima, til tað ikki hevur tørv á serligari umsorgan og røkt.
Skáldkoppar
Skáldkoppar er ein ógvuliga smittandi barnasjúka, sum ein bert fær eina ferð à lÃvinum.
Skáldkoppar vÃsa seg við, at barnið fær fepur og útbrot við bløðrum, sum seinni torna til skorpur.
TilgerðartÃðin er 2 – 3 vikur.
Smittuvandi er frá 3 døgum undan, at barnið er útbrotið, til 5 dagar eftir, at útbrotið er komið, ella til eingin nýggj bløðra er komin à 2 dagar, og til bløðrurnar eru tornaðar.
Skarlaksfepur
Skarlaksfepur hevur við sær hálsbruna, fepur og "hindberjatungu". Børn, sum hava skarlaksfepur, skulu vera heima, til tey eru frÃsk og ikki longur kunnu smitta onnur.
TilgerðartÃðin er 1 – 3 samdøgur.
Smittuvandi er, frá at barnið er smittað, til barnið hevur fingið pensilin à 2 fullar dagar.
Tá ið barnið verður bitið
At børn verða bitin av kettu, hundi ella menniskja er ikki so sjáldsamt, og vandin fyri, at bruni kemur à sárið, er stórur. Serliga eru tað bit à hondina ella djúp bit, har ein eigur at seta seg à samband við lækna beinanvegin. Onnur sár av biti skulu vaskast væl við sápu.