top of page

Flatnagarður

Flatnagarður er ein sera hugnaligur stovnur, ið liggur vinstrumegin vegin, beint tá tú kemur til Kaldbak. 
Á stovninum húsast bæði vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli. Stuttleiki, nærvera, foreldrasamstarv, sangur, tónleikur og kreativitetur eru nøkur lyklaorð. Eisini kunnu vit nevna hugtøk sum Stig fyri stig, TRAS, Skúlabólk og Uppdagandi Skriving. 
Vit leggja dent á, at tilfar sum pappír, kartong, lím, klistur, blíantar, litir, saksar, máling o.t. er til taks, sjónligt og í barnahædd. Tað sama er galdandi fyri bókum og spølum. 

Eisini leggja vit stóran dent á rørslur og motorik. Umframt rørslusangir og – spøl, og at vit eru túrar uttandura og í náttúruni, kunnu vit nevna at vøggustovan hevur kúlubað, barnagarðurin fer í Fimi hvørja viku, og skúlabólkurin og frítíðarskúlabørnini svimja hvørja viku. 

Øll børn eru ymisk, hava ymisk áhugamál og ymiskan tørv. Her taka vit støði í tí einstaka barninum, og gera okkara besta fyri at øll skulu trívast og mennast á bestan hátt.

bottom of page